Kreppa á norska landgrunninum

Leitingarvirksemið á norska landgrunninum er minkað nógv seinastu árini, hóast oljuprísurin er góður.

Virksemið á norska landgrunninum er nú so lítið, at tosað verður um beinleiðis kreppu. Víst verður á, at í 2000 vóru 24 pallar virknir á landgrunninum, nú eru teir bara 11 í tali og næsta ár ætlandi bara seks.

Stjórin í stóra frálandavinnufelagnum Smedvig, Kjell E. Jacobsen, sigur tað vera søguligt, at virksemið er so lítið, samstundis sum oljuprísurin er so góður.

Hetta hevur eisini havt stóra ávirkan. Fyri trimum árum síðani arbeiddu 6.300 fólk á norsku pallunum, men í dag er talið bara 3.100. Kjell E. Jacobsen sigur, at norski oljuídnaðurin stendur seg ikki í kappingini við teir útlendsku kappingarneytarnar, tí rakstrarútreiðslurnar eru ov stórar. Hann nevnir millum annað, at á norsku pallunum arbeiða fólk tvær vikur og hava síðani frí í fýra vikur. Men her er lítil vón um nakra broyting, tí fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiða á pallunum, hava gjørt greitt, at tey fara ikki at góðtaka nakað, sum ger arbeiðsviðurskiftini hjá limunum verri.

Hóast oljuprísurin hevur verið góður, vórðu fáar nýggjar olju- og gassleiðir funnar í 2001 og í fjør, men oljufeløgini eru nú til reiðar at váða meiri í royndunum at finna nýggjar leiðir. Men fyritreytin er, at tey hava so mikið meiri eftir av vinninginum, og tí heldur stjórin í Norsk Hydro, Tore Torvund, at tað almenna eigur at lækka skattin hjá feløgunum, finna tey nýggjar leiðir.