Kreppa í FIFA

Mótvalevni til Sepp Blatter er burturvístur frá FIFA og skuldsetingarnar flúgva aftur og fram. Eftir stendur Sepp Blatter, sum nú verður afturvaldur. Umboð fyri FSF eru í Sveits, har valið av forseta til FIFA verður mikudagin - men har er einki val. Fyrr í ár boðaði 62-ára gamli katarbúgvin, Mohammed Bin Hammam, at hann fer at stilla upp til forsetavalið sum verður mikudagin. Men í vikuskiftinum tók hann seg aftur hann seg aftur og var samstundis burturvístur frá FIFA orsaka av ákærum um mutur. Bin Hammam hevur verið forseti fyri fótbóltssamgonguna í Asia síðani 2002. Hann er saman við Jack Warner, sum er forseti fyri norðuramerikansku fótbóltssamgonguni, er eisini burturvísur fyribils við somu ákærum. Teir eru báðir tveir millum teir 24, ið sita í FIFA nevndi, sum velur hvør skal verða vertur fyri teimum ymisku HM endaspølinum.

 

Sepp Blatter sigur seg sjálvan einki hava við skuldsetingarnar at gera, men tí trýr Mohammed Bin Hammam ikki. Hann gjørdi skjótt av, tá hann var skuldsettur og sendi skuldsetingar mótvegis Sepp Blatter. Núverandi FIFA forsetin er tó fríkendur fyri allar ákærur og kann stilla upp til forestavalið mikukvøldið ? einsamallur.

 

Sostatt sær út til at Sepp Blatter heldur fram sum forseti í FIFA. Hann hevur eisini boðað frá, at hetta er seinasta valskeiðið hjá honum, og at hann ynskir at Michel Platini skal taka við eftir honum.