Í hesum døgum verður nógv kjakast um, vit eru í eini kreppu ella ikki. Landsins politikarir siga so ymiskt um hesu viðurskifti, tó kunnu vit ikki longu venda hesum bakið. Nógv tekin eru í samfelagnum, sum boða frá kreppu. Hallið á fíggjarlógini er størri enn tað hevur verið í fleiri ár, og hetta hevur havt við sær, at sparingar og skerjingar eru settar í verk nógvastaðni.
Pengar vænta til fólkaskúla, til serstovnaøkið, sjúkrahúsini og eldraøkið fyri bert at nevna ein part.
Landssjúkrahúsið
Í fleiri ár hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar víst á, at sjúkrarøktarfrøðingar hava eina alt ov tunga arbeiðsbyrðu. Í fjør var tað serliga medisinski depulin á Landssjúkrahúsinum, sum rópti um hjálp – fólk hoknaðu undan arbeiðsbyrðuni, og torført var at standa við ábyrgd fyri tí røkt - ella manglandi røkt - sum varð veitt.
Um hetta mundi vóru eingin krepputekin - í øllum førum ikki greið krepputekin. Tí er tað sera ørkymlandi at ímynda sær, hvussu alt verður, tá ein verulig kreppa rakar okkum. Sjúklingatalið er støðugt og fellur ikki, um ein kreppa herjar á.
Starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum hevur ikki nakað lættari arbeiði, enn tey høvdu síðsta ár, og trupult er at síggja, hvussu fólk undir einum slíkum áhaldandi trýsti kunnu halda á í fleiri ár.
Eldrarøktin
Eldraøkið er eitt øki, sum serliga nógv hevur verið at hoyra um seinastu tíðuna. Skipað hevur verið fyri borgarafundi í Havn um hetta evni. Ikki skal ein ynskja sær at gerast gamal og røktarkrevjandi, serliga í Suðurstreymoy, sum tað ljóðar. Hesin trupulleiki hevur verið í mong ár. Hesi gomlu, sum ikki hava fingið røktarheimspláss, liggja einsamøll, ørkymlaði og bangin heima langar dagar og nætur og bíða eftir, at onkur kemur framvið. Í nøkrum førum hevur familja verið noydd at seta krampa á uttan á úthurðina, soleiðis at tann gamli ikki fer út at reika einsamallur. Sjálvandi er hetta ikki ein ynskilig loysn fyri teirra kæru, men tey verða so harðliga sperd, at tey til síðst ikki duga at síggja sær aðra loysn.
Føroyar - ikki eitt gott samfelag fyri tey veiku
Áðrenn vit kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, er mín greiða hugsan, at tey veikastu skulu hava tað gott. Vit liva í eini dreymatilveru her í norðuratlantshavinum, vit spæla, at vit hava eitt gott samfelag, men vit hava bert eitt “wanna be” vælferðarsamfelag. Vit spæla, at vit taka okkum av okkara sjúku, okkara børnum, okkara veiku og okkara gomlu!
Tað kann væl vera, at tað herjar ein alheims búskaparkreppa, og vit í Føroyum eisini í løtuni hava eina tilfeingiskreppu, men stóra kreppan í landinum í løtuni er raðfestingin hjá løgtinginum, sum er at síggja á fíggjarlógini fyri 2009.
Vár í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar










