Kredittráðgevi til privatøkið í Betri Banka

Kredittráðgevi til privatøkið í Betri Banka

 

Vit leita eftir einum dugnaligum og fakliga sterkum kredittráðgeva innan privatøkið, nú eitt av okkara dugnaligu starvsfólkum hevur ynskt at royna aðrar uppgávur í bankanum.

 

Deildin

 

Kredittdeildin hevur m.a. dagligu ábyrgdina av at viðgera lániumsóknir, eftirlitið á kredittøkinum, innheinting, greining og rapportering. Í hesum sambandi er nógv samband við ymsu deildirnar.

 

Á Kredittdeildini starvast í løtuni 10 starvsfólk.

 

Tínar uppgávur

 

Sum partur av Kredittdeildini fært tú ein týðandi leiklut í viðgerð av lánifyrispurningum frá privatkundum, ið er omanfyri heimildina á deildunum. Eisini eru innheintingarmál partur av dagliga arbeiðnum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

 

  • Veita ráðgeving og fakliga sparring til ráðgevarar og leiðarar á deildunum um lániumsóknir
  • At avgreiða lánifyrispurningar, ið eru innan fyri egna heimild
  • Viðgera og innstilla lániumsóknir, ið eru omanfyri egna heimild
  • Senda innheintingarmál til fútarættin og hava samskifti við advokatar
  • Kundasamskifti við innheintingarkundar
  • Niðurskrivingarviðgerð av privatkundum, ið eru til innheintingar
  • Aðrar uppgávur í samráð við leiðaran

 

Starvið gevur tær møguleika at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum og at menna tínar førleikar innan kredittøkið.

 

Vit vænta av tær         

 

  • At tú hevur peningastovnsútbúgving og royndir sum privatkundaráðgevi
  • At tú trívist væl í samskifti við deildirnar og leggur stóran dent á at veita eina góða og skjóta tænastu       
  • At tú hevur áhuga fyri kredittviðgerð av privatkundum
  • At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðug/ur, men hevur samstundis góð samstarvsevnir

 

Vit bjóða         

 

  • Eitt áhugavert starv við einum spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsdegi             
  • Góða upplæring og sparring á deildini             
  • Ein góðan dagligdag við dugnaligum starvsfeløgum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

 

Løn verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Nicholas Holm, Kredittstjóra, á tlf 548686 / nh(at)betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf 548224.

 

Skrivlig umsókn við CV skal sendast til starv(at)betri.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. november 2025.