? Í løtuni sita vit og arbeiða við einum manuskriptið. Vit gera eina leypandi fortejing, har tey sleppa at gera storyboard og taka upp so hvørt, og nú royna vit so smátt at fara til verka, sigur Jákup Veyhe, tá Sosialurin fekk orðið á hann tíðliga seinnapartin legyardagin.
Á videoverksmiðjuni sita tey og tekna upp, hvat tey vilja hava, og hvør søgan skal vera.
? Tey eru ógvuliga fitt, og tað er stuttligt at arbeiða saman við teimum. Tey ungu eru óspilt, og ofta hava tey eisini eitt nógv betri sjónarhorn enn tey, sum hava lært í fleiri ár, sigur verksmiðjuleiðarin, sum heldur, at á eini slíkari stevnu sleppur tað kreativa og tað nýggja fram í ljósið.
? Tey gera bara tað, sum tey eru biðin og tey spyrja ikki so nógv.
Tá dagarnir vóru lidnir høvdu tey á videoverksmiðjuni framleitt ein skemti-krimifilm, sum varð sýndur fram sunnukvøldið.










