Kreativ fíggjarlóg fyri 2008 er staðfest

Kaj Leo Johannesen

Sambandsflokkurin

--------

 

 

Enn einaferð er staðfest, at fíggjarlógin fyri 2008 byggir á kreativt bókhald.

Enn eitt fíggjarnevndarskjal er viðgjørt í fíggjarnevndini. Hesa ferð var talan um at játta 5 mió. krónur til Sernámsdepilin. Frammanundan eru knappar 10 mió. krónur játtaðar til Smyril, og Landssjúkrahúsið manglar 30 mió. krónur. So fíggjarlógin sum bleiv samtykt á miðjari nátt fyri góðum mánaði síðani skal longu hava einar 45 mió. krónur afturat á útreiðslusíðuna. Tá tað er komið afturat, er avlopið vent til hall.

Tað løgna við hesum meirútreiðslunum er, at tær allar vóru kendar áðrenn fíggjarlógin var endaliga samtykt. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum visti, at Landssjúkrahúsið mátti hava fleiri pengar, landsstýriskvinnan í samferðslumálum visti, at Smyril skuldi í dokk og Mentamálaráðið var kunnað um, at Sernámsdepilin hevði tørv á hægri játtan enn tað, sum stóð á fíggjarlógini. Men kortini varð fíggjarlógin samtykt uttan nevndu játtanir.

Tað ljóðaði annars, at tamarhald skuldi fáast á útreiðslunum og at “klokkuklárar mannagongdir” skuldu eyðkenna arbeiðið hjá samgonguni, men higartil hevur lítið verið at sæð til tað. Avlopið sum skuldi verða skrivað við trýsifraðum tølum er burtur, og tvey fíggjarnevndarskjøl eru longu skrivað tann fyrsta mánaðin síðani fíggjarlógin kom í gildi.

Sjálvandi skulu stabilisatorarnir á Smyrli fáast at virka áðrenn veturin kemur og sjálvandi eiga børn við serligum tørvi at fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri. Tað er ikki tað, ið funnist verður at. Men átalast má, at landsstýrið onga fíggjarstýring hevur og at ein kreativ fíggjarlóg er samtykt, sum ikki vísir, hvørjar frammanundan kenda útreiðslur landsstýrið ætlar at hava í fíggjarárinum.

Føroyar hava brúk fyri eini arbeiðsførari samgongu, sum megnar at halda skil á stýringini av samfelagnum. Men eina slíka samgongu hava vit ikki í løtuni.