Fiskasøla
Í grein í Sosialinum mánadagin sigur Kári Hansen, fyrrverandi fiskaseljari og reiðari, at myndugleikarnir ikki eiga at sleppa kravinum um, at fiskur, sum verður landaður í Føroyum og fer óvirkaður av landinum, fyrst skal um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya (FMF). Hann heldur, at um tey 0,75 prosentini, sum FMF tekur í sølugjaldi, sláa beinini undan skipunum, so fer tað neyvan at ganga kortini. Hinvegin heldur fyrrverandi fiskaseljarin og reiðarin, at myndugleikarnir saktans kunnu avtaka 25%-hámarkið fyri beinleiðis landingum uttanlands, soleiðis at skip og bátar kunnu fara av landinum við fiskinum, tá tað hóvar teimum.
- Søla av feskum fiski uttanlands er ”day by day” søla, sum avmarkar seg sjálv – alt eftir, hvussu marknaðarviðurskiftini eru, segði hann.
Kári Hansen helt, at fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, slær beinini undan Fiskamarknaði Føroya við at avtaka kravið um, at óvirkaður fiskur, sum fer at landinum, fyrst skal um góðkenda uppboðssøluskipan.
Landsstýrismaðurin hevur nevniliga arbeitt við einum uppskoti um, at fiskur, sum fer heilur av landinum, bert skal um føroyskan bryggjukant, nú so fáir keyparar eru í Føroyum til ávís fiskasløg.
Reint tvætl
- Vit halda, at hetta kjak fullkomiliga er farið av sporinum, nú Kári Hansen sigur, at landsstýrismaðurin við ætlaðu broytingini verður lagdur undir at vilja knúsa uppboðssøluna. Eg má spyrja, hvat hetta er fyri tvætl, sum vaksnir menn varta upp við.
Tað sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum vísir á, at eingin veit betri enn skipaeigarar, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða uppboðssølu – og at kunna fáa sum mest fyri veiðina.
Hann sigur, at Reiðarafelagið sum partur av Føroya Ráfiskaseljarafelag hevur vent sær til Fiskimálaráðið við umbøn um at strika kravið um, at allur fiskur skal um uppboðssøluna, men at hildið verður fast um, at fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal um føroyskan bryggjukant.
- Tað sigur seg sjálvt, at henda umbøn er send, tí vit hava trupulleikar við at selja okkara veiði. Høvuðsuppgávan hjá teimum, sum varða av skipunum, er at fáa so nógv fyri veiðina sum til ber. Síðan er uppgávan at kunna býta sum mest til skip og manning. Hetta er ein uppgáva, sum reiðarin skal syrgja fyri, og hetta taka vit í fullum álvara, eins og bankarnir, sum fíggja okkara vinnutól, eisini vænta hetta av okkum.
Viberg Sørensen sigur, at í seinastuni er tað dagliga komið fyri, at fiskur stendur óseldur á uppboðssøluni, tá sølan er liðug.
- Hesin trupulleiki er so stórur, at vit kunnu ikki liva við honum longur.
Hann vísir á, at í fleiri førum verður bara tann yngsti parturin av fiskinum seldur, meðan restin stendur eftir.
- Eigarin stendur tá við óseldum fiski, sum hann onkusvegna er noyddur at koma sær sum frægast burtur úr. Einasta, hann tá hevur at gera, er at taka av náðiboðum, ið koma, sum Viberg tekur til.
Reiðarafelagið sigur, at tá uppboðssølan ikki megnar at selja, eru reiðarar noyddir at selja fiskin sjálvir.
- Hetta er so einfalt. Fiskurin er veiddur, og hann má seljast, og eingin vónar meira enn vit, at hesi viðurskifti koma í rættlag aftur, soleiðis at vit sleppa undan at selja fiskin sjálvir. Sjálvandi væntar manningin, sum eigur sín stóra part av fonginum, at reiðarin ger alt fyri at fáa sum mest fyri veiðina.
Viberg Sørensen leggur dent á, at fáa skipini líka so nógv fyri fiskin á uppboðssølu, sum tey annars høvdu fingið við at selja fiskin sjálvi, er eingin so býttur at átaka sær eyka stríð við at selja sjálvi.
- Men vit kunnu prógva, at soleiðis hevur tað bara ikki verið í seinastuni. Tá vit so eisini síggja frægari útvegir til at selja fiskin, mugu vit gera tað. Hetta skylda vit bæði manning og okkum sjálvum, leggur hann aftrat.
25% hámarkið
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at tað er nógva meira umráðandi hjá Fiskimálaráðnum at avtaka kravið um uppboðssølu enn at avtaka hámarkið upp á 25% av veiðini, sum skip kunnu sigla av landinum við í hvørjum fýra mánaða skeiði.
- Tað eru lutfalsliga fá skip, sum koma uppundir hetta loftið, men vit kundu tó hugsað okkum, at skip, sum koma í trupulleikar av hesum, kundu fingið loyvi til at vaksið nakað um sín prosentpart. Hetta hevði komið væl við hjá eitt nú upsaskipum, sum kanska liggja á Munkagrunninum og hava lutfalsliga stuttan veg til bretska marknaðin. Vit halda, at ikki minst í tíðum sum hesum eiga skipini at hava møguleikan at fara uppum hetta hámark, tá tað er neyðugt, sigur hann.
Viberg er sum heild av teirri áskoðan, at tá marknaðarstøðan í Føroyum er, soleiðis sum hon er í løtuni, eiga ongar forðingar at leggjast monnum í at selja fiskin, har mest kann fáast fyri hann.
- Uppgávan hjá manningini er í fyrsta lagi at koma til lands við so nógvum fiski sum gjørligt – og í so góðum standi sum gjørligt. Tá hetta er gjørt, áliggur reiðaranum at fáa sum mest fyri veiðina. Manning og reiðarar arbeiða fyri sama endamáli, ið er at fáa sum mest á niðastu reglu, soleiðis at mest møguligt verður at býta, tá avroknast skal, leggur hann aftrat.
Viberg Sørensen vísir á, at tað á ongan hátt kann vera meiningin, at reiðarin skal noyðast at selja somu veiði fleiri ferðir.
- Siga vit, at fiskur stendur eftir, tá veiðan er seld á uppboðssølu, kunnu reiðarar noyðast at keypa írestandi partin sjálvir. Alternativið er, at fiskur, ið stendur eftir, fer fyri lítið og lætt. Tað kann væl ikki vera meiningin, at reiðarar skulu noyðast at selja somu veiði fleiri ferðir, sum hugsandi er í slíkum føri, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.
Stuðul til keyparar
Viberg Sørensen sigur, at tað ikki minst eru línubátarnir, sum eru vorðnir serliga hart raktir, nú so fáir keyparar eru í Føroyum til eitt nú hýsu.
- Inntøkurnar hjá línumonnum er eisini minkaðar so nógv, at nógvir túrar eru minstulønartúrar. Hetta merkir, at nógvir fiskimenn í seinastuni hava fingið almenna minstulønartrygging. Ein orsøk til hetta er kravið um uppboðssølu, tá óvirkaður fiskur skal sendast av landinum.
Formaðurin í Reiðarafelagnum fer so langt sum at siga, at kravið um uppboðssølu í tíðum sum hesum, nú so fáir fiskakeyparar eru í Føroyum til ávís fiskasløg, óbeinleiðis er ein almennur stuðul til teir, sum keypa fiskin.
- Eg skilji ikki, hví menn skulu vera so bangnir fyri at avtaka kravið um uppboðssølu, tá ætlan landsstýrismansins framvegis er at varðveita kravið um bryggjukantin. Tá kemur fiskurin í minsta lagi upp á land í Føroyum og eru keyparar, sum tá vilja geva okkum ein líkinda prís, fer fiskurin sjálvsagt ikki óvirkaður av landinum, sigur Viberg Sørensen.