BYGGIMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Høgni Mikkelsen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, gjørdist ovfarin, tá hann sá greinina í Sosialinum mánadagin um afturkallaða byggiloyvið til eini sethús á Argjum.
Hann dugir als ikki at síggja, at nakar trupulleiki skal verða við hesum byggiloyvinum, og áleggur beinleiðis býráðnum at fáa hesi viðurskifti í rættlag beinanvegin.
Nú er tað ikki eitt ókent fyribrigdi, at øll viðurskifti ikki altíð eru í lagi úti á Argjum, tí í førum tykist tað, sum er gamla Argja Kommuna farin »lætt og elegant« tvørtur um smálutir so sum privatognarvegir.
Høgni Mikkelsen vísir tó á, at í hesum førinum eiga atkomuviðurskiftini ikki at verða ein trupulleiki, og andstøðulimurin vildi krevja málið fyri býráðsfund, um unga parið ikki slapp at halda fram við byggingini.
Nú sær kortini út sum at hetta ikki verður neyðugt, tí borgarstjórin hevur funnið eina loysn á málinum.