Krav um koronupass fyri at sleppa til landsliðsdyst fríggjakvøldið

Ætlar tú tær til landsdyst fríggjakvøldið? So mást tú hava prógv við tær, sum vísir, at tú antin ert koppsettur ella hevur ein nýggjan negativan test

Tá landsdysturin millum Danmark og Føroyar verður í Parkini fríggjadagin, skulu áskoðarar vænta at skula vísa koronupass fyri at sleppa inn.

 

Tað er greitt, nú danska stjórnin hevur sett út í kortið at innføra koronupassið aftur á fleiri støðum, har fólk savnast. Millum annað til ítróttatiltøk við meira enn 2.000 fólkum.

 

Hetta verður eitt stórt arbeiði hjá danska fótbóltssambandinum, og av tí sama hevur DBU mælt áskoðarum til at møta upp í góðari tíð.

 

Sum skilst eru tað sera nógvir føroyingar, sum fara til hendan dystin.

 

Hetta er enn bara eitt uppskot, men tað verður allarhelst til veruleika innan leingi.