Stór ónøgd er millum semjuflokkarnar handan bankapakka eitt, og atfinningarnar eru um mátan, sum Finansiel Stabilitet verður stýrt. Kravt verður, at búskapar- og arbeiðsráðharrin, Brian Mikkelsen, skal taka sær um reiggj.
Hjá Økonomisk Ugebrev hava tey fingið áheitanir frá eini røð av misnøgdum bankakundum, og hetta hevur víðari ført til ógvusligan kritikk frá politikarum sum halda, at Finansiel Stabilitet er farið alt ov harðliga fram í summum førum.
Sambært Colette Brix frá Dansk Folkeparti, næstforkvinnu í vinnunevndini, er hon til reiðar at taka um endan, og endavenda Finansiel Stabilitet, um Brian Mikkelsen einki ger.
Meiningin var ongantíð, at burðardyggar fyritøkur skuldu koma í vanda, sigur danski Javnaðarflokkurin, meðan pípan eisini hjá Det Radikale Venstre hevur fingið annað ljóð.
Vit kunnu ikki liva við illgrunanum um framferðarháttin, sum er umrøddur, sigur Morten Østergaard, framsøumaður í vinnumálum hjá Det Radikale Venstre við Økonomisk Ugebrev.
Kortini vil Brian Mikkelsen ikki lova eina endavending av málinum, sjálvt um Økonomisk Ugebrev skilir á lagnum, at ráðið er í ferð við at kanna málið, skrivar Børsen.










