Kramnik vann móti sterkasta talvforritinum

Vladimir Kramnik er farin í herferð móti sterkasta talvforritinum í heiminum, Deep Fritz. Dysturin verður leiktur í Bahrain.
Um Deep Fritz forritið kann nevnast at tað sær 3. mió. møguleikar um sekundið! Men tó eru vit menniskju hørð at knógva.

Fríggjadagin fekk Deep Fritz einki burturúr hvíta fólkinum. Kramnik leiktu sokallaðu Berlin-verjuna í sponsku byrjanini, sum hann brúkti móti Kasparov í HM dystinum í 2000. Kramnik fekk heldur lættliga javnleik, sjálvt um søgur ganga um at Deep Fritz eitt skifti møguliga hevði avgerandi fyrimun.
Sunnudagin hevði Kramnik hvíta fólkið. Hann legði varliga út, býtti frúnnar av - sum er taktiskt skilagott móti talvteldum - og fekk ein vanligan lítlan hvítan fyrimun eftir byrjanarspælið. Hesin fyrimunur vaks tá Kramnik á ein merkisverdan hátt fekk forvirrað Fritz somikið, at hesin leikti óneyvt. Kramnik vann sær finnu, og vann eitt drúgvt men trygt talv. Tað er í roynd og veru ófatiligt at tað ber til hjá Kramnik at basa tílíkum mótspælara, sum bókstaviliga hevur yvir 1000 eygu.
1,5 ? 0,5 til menniskjað. Seks talv eru eftir at leika. Vónandi heldur Kramnik fram við góða spælinum, og ognar menniskjum sigurin framum tøknina

Kramnik,V (2807) - DEEP FRITZ
Brains in Bahrain, Bahrain UAE (2), 06.10.2002

1.d4 d5 2.c4 dxc4 3.Rif3 Rif6 4.e3 e6 5.Bxc4 c5 6.0-0 a6 7.dxc5 Fxd1 8.Rxd1 Bxc5 9.Kf1 (hesin leikur hevur allarhelst forvirrað Deep fritz) 9...b5 10.Be2 Bb7 11.Ribd2 Ribd7 12.Rib3 Bf8? (hetta er ein klassiskur telduleikur, ein leikur sum nærum einki menniskja hevði leikt. Vanligt er Be7) 13.a4 b4 14.Rifd2 Bd5 15.f3 Bd6 16.g3 e5 17.e4 Be6 18.Ric4 Bc7 19.Be3 a5 20.Nc5! (svartur sleppur nú ikki so væl í borg) 20...Rixc5 21.Bxc5 Rid7 22.Rid6+ Kf8 23.Bf2 Bxd6 24.Rxd6 Ke7 25.Rad1 Rhc8 26.Bb5 Ric5 27.Bc6 Bc4+ 28.Ke1 Rid3+ (Kramnik finnur nú vakra kombinatión sum gevur honum avgerandi fyrimun) 29.R1xd3! Bxd3 DIAGRAM 30.Bc5! Bc4! (ein leikur Kramnik ikki hevði sæð, men hann helt høvdið kalt og fann bestu leikirnir) 31.Rd4+! Kf6 32.Rxc4 Rxc6 33.Be7+ Kxe7 34.Rxc6 Kd7 35.Rc5 f6 36.Kd2 Kd6 37.Rd5+ Kc6 38.Kd3 g6 39.Kc4 g5 40.h3 h6 41.h4 gxh4 42.gxh4 Ra7 43.h5 Ra8 44.Rc5+ Kb6 45.Rb5+ Kc6 46.Rd5 Kc7 47.Kb5 svartur hevur her ongan góðan leik 47...b3 48.Rd3 Ra7 49.Rxb3 Rb7+ 50.Kc4 Ra7 51.Rb5 Ra8 52.Kd5 Ra6 53.Rc5+ Kd7 54.b3 Rd6+ 55.Kc4 Rd4+ 56.Kc3 Rd1 57.Rd5+ møguliga kundi svartur hildið fram nakrar leikir, men liðið aftanfyri Deep Fritz valdi at gevast 1-0