Alex Vilhelm, stjóri í D.J. Vilhelm, fegnast, nú nýggi bygningurin, ið bygdur er frammanfyri gomlu Krambúðina á Gørðunum í Vági, skjótt stendur liðugur.
Handilshølini eru við hesum tvífaldað, men yvirhøvur er talan um stórar broytingar, nú gamli handilsbygningurin verður gjørdur ístand frá innast til uttast, og annars settur í samband við nýggja bygningin.
112 ár
Tað verður tó ikki fyri jól, at vágbingar og onnur sleppa til handils í nýggju hølunum, tí málið er, at nýumvældi og útbygdi handilin stendur klárur at taka í nýtslu tann 27. januar 2009. Fyritøkan D.J. Vilhelm byrjaði virksemið í 1897, og sostatt eru tann 27. januar 112 ár síðani, at fyritøkan varð stovnað.
Alt er bjálvað, við at sproyta bjálving inn í, og hetta er nakað, ið kann viðmælast, sigur Alex Vilhelm um gamla partin av húsinum.
Nýggi bygningurin, ið er tað fyrsta ein sær og kemur inní, verður í stóran mun úr glasi, men verður eisini prýðiligur, tí hann skal eisini klæðast við mahogni. Annars verður alt húsið klætt við síðuliggjandi aluminiumsplátum, og mong fegnast óivað um, at gomlu, grønu og slitnu pláturnar nú verða søga.
Innan verður nýggi bygningurin eisini glas, og ein altan verður eisini í hesum bygninginum, ið eisini í stóran mun er úr glasi.
Alt, eisini gamli bygningurin, verður sum nýtt, og innbúgv, so sum teldur, kassar, hillar og annað, verður eisini nýtt.
Eisini er økið rundum allan bygningin hækkað og lagt undir asfalt, so betri er at koma til og at sleppa av við bilarnar.
Møblasølan verður á ovaru hædd, og restin niðri undir, og Alex Vilhelm sigur, at nú plássið er betri, verður úrvalið eisini størri.
Arbeiðsligari
Alex Vilhelm fegnast um, at við út- og umbyggingini verður eisini arbeiðsligari, og eisini betri pláss. Eisini á goymsluni verður beti pláss, og lyftarar verða eisni.
- Tað, at bera sofur og annað uppá loft við handamegi, er vónandi søga nú, sigur stjórin í D.J. Vilhelm.
Suðursmíð stendur fyri arbeiðinum, nú Krambúðin á Gørðunum brátt stendur í nýggjum hami.