Krabbaveiða á Kumlum

Næsta týskvøld fara børn í Sjóvar kommunu á Kumlar at vita, um tey finna nakrar krabbar!

 

Í samband við útiviku á Strondum, verður týskvøldið 27. mai klokkan 18 farið á Kumlar at fanga krabbar.

 

- Børnunum dámar væl at fanga krabbar, og væntandi verður hetta ein stuttlig løta. Um vit ongar krabbar finna, kunnu vit altíð fáa ein karm.

 

Í Sjóvar kommunu vita tey í dag at siga, at tey, sum hava hug at koma við á Kumlar at fanga krabbar, eiga at taka glúp og spann við sær.