Tað er tann viðurkendi felagsskapurin Kræftens Bekæmpelse, sum kemur við teirri lemjandi metingini av krabbameinsviðgerðini í danska sjúkrahúsverkinum. Felagsskapurin leggur ikki fingrarnar ímillum og vil vera við, at líkasælan á sjúkrahúsunum mótvegis krabbameinssjúklingunum kostar upp ímóti trimum sjúklingum lívið - um dagin.
Í fjør doyði Maria Osterhammel av krabbameini í rygginum og lungunum eftir at hava fingið viðgerð í tólv mánaðir. Tað mesta av tíðini var hon á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Maður hennara er als ikki nøgdur við gongdina. Við danska kringvarpið sigur Kurt Damgaard, at hendan tíðin var stutt sagt eitt helviti.
Sjálvur hevur Kurt Damgaard verið samskiftisleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse tey seinastu seks árini. Í hesum arbeiði hevur hann hoyrt nógvar ræðusøgur um krabbameinssjúklingar og lagnur teirra, men veruleikin vísti seg at vera verri, enn hann hevði hugsað sær.
Í einum opnum brævi kallar hann krabbameinsviðgerðina á Ríkissjúkrahúsinum ein skammblett. Hann greiðir frá, hvussu kona hansara endaði sum kastibløka millum tær ymsu deildirnar á sjúkrahúsinum, og hóast hon hevði nógva pínu í rygginum í meiri enn fýra mánaðir, sýttu læknarnir á sjúkrahúsinum fyri at skanna hana, sjálvt um Kurt Damgaard fleiri ferðir bað teir gera tað. Men ístaðin fyri gjørdu læknarnir av at flyta Mariu á sjúkrahúsið í Hillerød. Tá hon bleiv skannað har, vísti tað seg, at krabbasjúkan hevði breitt seg til ryggin og lunguni.
Øll sjúkrahúsini
Stjórin í Kræftens Bekæmpelse, Arne Rolighed, sigur við DR, at hesin syrgiligi tilburðurin á Ríkissjúkrahúsinum er ikki nakað eindømi, men at tað finnast líknandi dømi frá øllum teimum donsku sjúkrahúsunum.
Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí talan er um ein ávísan sjúkling. Skal sjúkrahúsið úttala seg, skal sjúklingurin góðkenna tað, men tað letur seg so ikki gera í hesum føri.
Málið um Mariu Ostehammel fær kortini eitt eftirspæl, tí Danski Fólkaflokkurin hevur boðsent heilsumálaráðharranum, Jens Axel Nielsen, í samráð um tað.
+ mynd Kurt Damgaard?Myndatekstur:
Mynd Ríkissjúkrahúsið:
Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn (Mynd: Polfoto)
Mynd Kurt Damgaard:
Kurt Damgaard: -Eg hevði hoyrt nógvar ræðusøgur um krabbameinsviðgerðina á Ríkissjúkrahúsinum, men tað vísti seg at vera verri, enn eg helt (Mynd: DR)










