12. juni savnast krabbameinsfeløg úr øllum norðurlondum í Norðurlandahúsinum til ráðstevnu um krabbamein. Við verða onkologar, læknar og granskarar, og fara hesir at greiða frá ymiskum innan viðger av krabbameini.
Fyri Føroyar verða fyrilestrahaldararnir Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, og Jan Dalberg, lækni og granskari innan krabbamein. Helena Dam á Neystabø fer at greiða frá um heilsuverkið í Føroyum og Jan Dalberg fer at samanbera hagtøl um krabbamein í Føroyum við hagtøl um krabbamein í øðrum norðurlondum.
Ráðstevnan í juni verður almenn, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, sigur formaðurin í FFK.