Krabbameinsfelagið fegnast um, at Heilsumálaráðið hevur sett nýggja sjúklingatrygging í verk, eins og felagið fegnast um endurgjaldsmøguleikan.
Tað var stutt fyri árslok, at lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet kom í gildi í Føroyum. Nýggja sjúklingatryggingin fevnir um allar kanningar og viðgerðir, sum verða framdar av løggildum heilsustarvsfólkum. Hon fevnir eisini um øll viðgerðarstøð, har løggild heilsustarvsfólk starvast.
- Vit fegnast um, at Heilsumálaráðið hevur sett nýggja sjúklingatrygging í verk. Hetta styrkir munandi um rættarstøðuna hjá føroyska sjúklinginum. Í staðin fyri at fara tungu og kostnaðarmiklu leiðina gjøgnum rættarskipanina, hava vit fingið eina skipan, sum ger tað nógv lættari hjá sjúklingi og eftirsitandi fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum.
Tað sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.
Hon vísir á, at ein stórur fyrimunur nú er, at sjúklingurin hevur fingið ein myndugleika, hann skal venda sær til. Sjúklingar ella eftirsitandi, sum halda seg hava rætt til endurgjald, skulu fráboða skaðan til danska stovnin, Patientforsikringen.
- Øll heilsustarvsfólk hava skyldu til at hjálpa og vegleiða sjúklingum, tá ein skaði skal fráboðast, og eitt nú ber altíð til at spyrja kommunulæknan um ráð, sigur Jansy Gaardlykke.
Krabbameinsfelagið sigur, at nærri upplýsing um nýggju sjúklingatryggingina fást á heimasíðuni hjá Patientforsikringen www.patientforsikringen.dk og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo.