Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at gera ein krabbameinsætlan fyri Føroyar Eftir áheitan frá Føroya Felag móti Krabbmeini og eftir tilmæli í »Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum« hevur landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, gjørt av, at tað skal gerast krabbameinsætlan fyri Føroyar. Ætlanin skal í høvuðsheitum lýsa, hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, rehabilitering og tann palliativi (linnandi) stuðulin skulu skipast.
Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna sambært yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig, skrivar landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi. Arbeiðið verður sett í gongd í byrjanini av desember mánaða og skal eftir ætlan verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2008.
Ein arbeiðsbólkur er settur at gera ætlanina, sum er:
? at lýsa verandi støðu viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
? at lýsa, hvørjar avbjóðingar eru fyri framman viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
? at gera tilmæli um eina samlaða strategi fyri fyribyrging, diagnostik, kanning, viðgerð, rehabilitering og palliativan (linnandi) stuðul til sjúklingar við krabbameini.
? at gera tilmæli um, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk, fyri at styrkja krabbameinsgranskingina í Føroyum.
? at lýsa fyristingarligar, starvsfólkaligar og fíggjarligar avleiðingar av uppskotunum.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er peningur settur av til ein skrivara/samskipara, ið burturav verður knýttur at hesum arbeiði.