Krøvini skulu ikki slakast

Føroya Arbeiðarafelag heitir staðiliga á Landsstýrið um ikki at slaka krøvini fyri at útlendsk arbeiðsmegi kann koma til Føroya

Útlendingar í Føroyum

Tað skal ikki verða lættari hja útlendskari arbeiðsmegi at koma til Føroya at arbeiða.
Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, samtykti fundurin einmælt eina yvirlýsing, har heitt verður á landsstýrið um ikki at linka treytirnar fyri at útlendingar koma til Føroya at arbeiða.
Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag staðfestir, at arbeiðsloysið í Føroyum støðugt økist.
Felagið sigur, at hendan óhepnað gongd hevur fingið fíggjarligar avleiðingar fyri alsamt fleiri húski, og útlit eru fyri at fleiri løntakarar fara at missa arbeiði sítt.
? Aðalfundurin hevur virðing fyri teimum útlendingum, sum eru komnir til Føroya at arbeiða, og metir tað sum eina sjálvfylgja, at hesum fólkum verður veitt livilig kor.
? Hinvegin mugu vit ásanna, at tað hvørki er til gagns fyri føroysku løntakarafjøldina, ella útlendingar sum søkja um at koma til landið, at Landsstýrið í slíkum tíðum slakar upp á krøvini fyri at fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum.
? Aðalfundurin mælir tí staðiliga landsstýrinum og politisku flokkunum á Tingi til at bera so í bandi, at ikki verður slakað upp á krøvini til at fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum, sigur
Føroya Arbeiðarafelagi minnir samstundis á, at tað eru landsmyndugleikarnir sum hava ábyrgdina av at skapa karmar sum skulu tryggja, at arbeiði er til allar føroyingar, og hesa ábyrgd vónar felagið, at Løgtingið og Landsstýrið liva upp til.
Eftir aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, er nevndin mannað soleiðis. Frá vinstru á myndini eru tey Karla Einarsson, Rituvík, Margretha Rasmussen Fuglafjørður, Sunrid Vang, Froðba,
Agnar Olsen er nýggjur í nevndini. Hann er valdur fyri Marius Clementsen, sum tók seg ýur nevndini fyri aldur, Poul Juul Festirstein, Eiði, Georg Hanse, Miðvágur, Agnar Olsen, Hósvík og Ingeborg Vinther, forkvinna