Krøvini eru meint í álvara

Hetta sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann heldur ikki, at prátið um skattalætta, ið fíggjarmálaráðharrin tosaði um í sjónvarpinum hóskvøldið, hoyrir heima saman við lønarsamráðingum. Hann krevur lønarhækkan og afturbering og framløgdu krøvini eru meint í álvara og mugu metast sum ófrávíkilig

Dagfinn Olsen


Í Degi og Viku hóskvøldið vísti fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen á, at til komandi lønarsamráðingar kann talan blíva um skattalætta, meðan formaðurin í starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgaard, kravdi lønarhækkan.

- Eg havi onkutíð brúkt myndina, at nú er hesin fótbóltsdysturin liðugur og nú byrja vit av nýggjum eftir nýggjár, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann leggur dent á, at enn eru samráðingarnar ikki byrjaðar og at ein tí ikki kann siga so nógv um málið, men hann hevur ilt við at góðtaka, at politikarar hava so ilt við at skilja, at um fólk hava goldið ov nógv í skatti, so eiga tey sjálvsagt at fáa pening aftur og at hetta ikki skal tvinnast saman við lønarsamráðingarnar.


Lænt uttan

rentu í 6 ár

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað helst er eindømi í søguni, at nakar hevur lænt pening í 6 ár, uttan at hava goldið rentu, og her sipar hann til, at alment lønt fóru niður í løn, tá kreppan kom.

- Vit hava verið við til at lagt rygg til at fáa samfelagið at á rætt kjøl og tað hevur kostað okkum nógv. Vit ætlað at fáa tað aftur, ið er mist. Tí hava vit sett búskaparfrøðing at kanna málið og vit ætlað at hava neyv tøl at vísa á. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men tað verður í næstum, sigur Gunnleivur Daldgarð.

- Vit hava lagt okkara krøv fram og tey eru meint í álvara. Vit krevja lønarhækkan og afturbering. Vit søgdu sátmálan upp 22. september, soleiðis at vit so smátt kunnu byrja at samráðast, ella práta saman, 9. november. Tað er mánadagin, men enn hava vit einki hoyrt aftur og ein kann næstan taka hetta sum eitt sáttmálabrot, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið einki svar hevði fingið frá myndugleikunum, tá hann fór til hús hóskvøldið.

- Vit vilja fegin hava góða tíð og møguleikar til samráðingarnar, so ikki alt troðkar seg saman undir deadline, sum tað ofta ger, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.


Rúmd fyri hækkingum

Gunnleivur Dalsgarð metir eisini, at tað má metast sum positivt, at formaðurin í ráðgevandi nevndini herfyri segði, at rúmd nú er fyri lønarhækkingum í føroyska búskapinum.

- Tað er fyrstuferð í langa tíð, at tað hevur verið at hoyra, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann metir ikki, at lønarsamráðingarnar skulu tvinnast ov nógv saman við, at vit nú hava havt góðar inntøkur í tvey ár og at tað møguliga kann venda, sum fíggjarmálaráðharrin vildi vera við í sjónvarpinum hóskvøldið.

Starvsmennafelagsformaðurin heldur, at politikarar skulu vera varnir við at undirmeta fólk og siga, at nú hava tey goldið ov nógv, so nú kunnu tey fáa eitt sindur aftur ístaðin fyri at fáa lønarhækkan.

- Øll eiga at fáa ágóðan, um ov nógv er komið inn, men tað almennna eigur at rinda fólki løn fyri arbeiðið tey gera, og tað hevur einki við skattalætta at gera, heldur formaðurin.

Gunnleivur Dalsgarð heldur tó, at okkurt av tí. ið fíggjarmálaráðharrin nevndi, ljóðaði áhugavert. Eittnú at talan kundi verða um eftirlønargjald.


Metast sum ófrávíkilig krøv

Men formaðuriní Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, stendur fast við, at krøvini um lønarhækking og afturbering eru meint í álvara.

- Enn eru samráðingarnar ikki byrjaðar, men tað er eingin loyna, at vit meina tað í álvara. Krøvini eru løgd fram og hetta mugu metast sum ófrávíkilig krøv, sjálvt um samráðingar sjálvsagt skulu til, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.

Uppá fyrispurning, um Starvsmannafelagið verður ein grótharður samráðingarpartur, ið hevur brynjað seg við sera neyvum tølum frá búskaparfrøðingi, sigur Gunnleivur Dalsgarð, at tað í hvussu er stendur til landsstýrið at koma við mótspæli, ella at mótprógva, tí Starvsmannafelagið vil hava tað mista aftur.