Krýpur niður um frostmarkið

Eitt lágtrýst beint sunnan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning vestan og køld luft við vetrarælum rekur móti Føroyum av landnyrðingi. Lágtrýst og brúgvaløg av útsynningi streingja á fram móti vikuskiftinum.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, av landnyrðingi. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 4 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s, um náttina minkar hann vindin. Yvirhøvur skýggjað og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av eystri, undir 8 m/s, sum spakuliga øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 17 m/s. Sólglottar, men okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 12 til 17 m/s, út á dagin av útsynningi og suðri og minkar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, kavi ella vátaslettingur av og á. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga fer í ein landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn, kavi ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 5 stig.