Tá Fríðrikkur krúnprinsur kom í land á Bursatanga í morgun, var hann, eins og øll kongafamiljan ílatin føroysk klæði. Men tað eru eftir hondini nøkur ár síðani, at krúnprinsaparið fingu síni føroysku klæði. Tað fingu tey nevniliga í 2004, tá tey giftust.
Og tí er kanska einki at siga til, at nú 14 ár seinni sita klæðini nakað øðrvísi enn tey gjørdu - um tað also eru tey somu vit tosa um. Tað sigur søgan einki um, men í øllum førum var nakað av einari reaktión á sosialu miðlunum, tá ið fólk sóu, at troyggjan hjá krúnprinsinum var alt ov stór til hansara.
Men tá ið galladøgurðin var í kvøld í Norðurlandahúsinum, var krúnprinsurin farin í eina aðra troyggju - eina, sum situr betur. Sí munin undir greinini her.