Krúnprinsurin hugtikin í føroyskari list

Tá ið Altjóða Polarárið varð sett á Norðurbryggju í Keypmannahavn hósdagin í farnu viku, sat Fríðrikkur krúnprinsur hugtikin og lurtaði á fremstu røð. Jógvan á Lakjuni, landstýrismaður við mentamálum, helt røðu og fekk eitt áhugavert prát við krúnprinsin um føroyska list; serliga var krúnprinsurin áhugaður í Mikines

Tað vóru fín fólk, ið vóru savnað saman á Norðurbryggjuni á Keypmannahavn hósdagin í farnu viku, tá ið Altjóða Polarárið varð sett. Umframt fyrrverandi íslendska forsetisráðharran Vígdis Finnbogadóttir, so var Fríðrikkur krúnprinsur eisini til staðar. Føroysku íkøstini vóru Jógvan á Lakjuni og Bogi Hansen granskari, ið báðir hildu røðu. Jógvan á Lakjuni fekk umframt hetta eitt áhugvert prát við krúnprinsin um føroyska list.
-Krúnprinsurin var sera áhugaður í at vita, hvussu tað gongur í Føroyum. Eisini var hann sera áhugaður at práta um føroyska list. Millum annað legði eg til merkis, at hann dámdi væl at práta um Mikines, sigur Jógvan á Lakjuni.
Ímillum tey umleið hálvthundrað fólkini, ið vóru á ráðstevnuni, var eisini føroyski sendimaðurin í Danmark, Herálvur Joensen. Hann beyt millum annað merki í, at krúnprinsurin tyktist sera áhugaður í ráðstevnuni.
-Eg væntaði, at krúnprinsurin sat inntil stevnan varð sett. Men soleiðis var ikki. Hann sat allan dag, og lurtaði hugtikin eftir øllum røðunum, sigur Herálvur Joensen.

Føroysk gransking hjálpa øðrum
Umframt umboð úr Føroyum hildu eisini grønlendingar, íslendarar og danir røðu. Endamálið við ráðstevnini er at framleiða nýggja vitan um polarnar og alheimsumhvørvið. Og tað metir Jógvan av Lakjuni heilt vist, at føroyskir granskarar kunnu verða við til.
-Vit liggja sera væl fyri at granska í teimum ymsu broytingunum sum koma fyri í eitt nú hitanum í sjónum. Hetta hava føroyskir granskarar kanna í fleiri ár, og tí kunnu vit verða við til at skapa nýggja vitan fyri onnur, sigur Jógvan á Lakjuni.
Serliga metir Jógvan á Lakjuni at henda ráðstevnan er viðkomandi fyri føroyingar, tá ið tað kemur til fiskatilfeingið í sjónum.
-Vit her í Føroyum eru so bundin at sjónum, tí okkara høvuðsvinna jú botnar í honum. Tískil er tað sera viðkomandi fyri okkum altíð at vera dagførdir við nýggjastu granskingunum í sjónum, soleiðis at vit kunnu tilrættisleggja okkara dagliga lív og framtíð, sigur Jógvan av Lakjuni at enda.