Hósdagin í næstu viku kemur krúnprinsafamiljan til Føroya. Fríðrikur, krúnprinsur, Mary, krúnprinsessa, og børnini Christian, Isabella, Vincent og Josephine koma við Dannebrog hósdagin 23. august og vera í Føroyum til sunnudagin 26. august.
Hósdagin er tað høvuðsstaðurin, sum stendur fyri tørni. Róðrarfelagið Knørrur og Tinganes verða vitjaði, áðrenn leiðin gongur til trappuna í Vágsbotni. Krúnprinsaparið fer eisini at vitja skúlan á Argjahamri og Finsen.
Fríðrikur, krúnprinsur, fer síðani at vitja Glasir og Sjóvinnuhúsið, meðan Mary, krúnprinsessa, vitjar Býlingshúsið undir Fjalli og Kvinnuhúsið.
Fríggjadagin gongur leiðin til Norðoyggjar. Í Klaksvík vitjar krúnprinsafamiljan Biskupstorgið, Ósalund og Norðoya Sparikassa, sum fyllir 100 ár næsta ár.
Síðani gongur leiðin til Fugloyar og Kalsoyar, har tey millum annað skulu hyggja at Kópakonuni.
Leygardagin siglir Dannebrog til Runavíkar og leggur at hjá Bakkafrost. Krúnprinsaparið vitjar síðani alifyritøkuna, Bylgjuna og Skótahúsið í Runavík. Síðani gongur leiðin til Hvalvíkar, brúnna um Streymin, Haldórsvík og Tjørnuvík. Krúnprinsurin fer síðani ein túr út á Stakkin, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar.
Har fer Krúnprinsurin til finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, millum HB og B36. Krúnprinsurin fer at handa spælandi liðunum heiðursmerkini eftir dystin, meðan løgmaður handar vinnandi liðnum Løgmanssteypið.
Vitjanin endar sunnudagin, tá krúnprinsafamiljan fyrst fer til gudstænastu í Sandavági og síðani vitjar í Bø.