Fríðrikur krúnprinsur bryjar rørslurenningina, Royal Run, tá hann 28. mai fer at renna í Nuuk í Grønlandi.
Tað upplýsir kongshúsið á heimasíðuni.
Royal Run verður ár triðja sinni í ár.
##med2##
Í fjør byrjaði krúnprinsurin rørslurenningina í Føroyum, í Klaksvík, og í ár er túrurin komin til Grønlands – hin partin av ríkisfelagsskapinum.
Renningin fer alment av bakkastokki 2. hvítusunnudag – 1. juni – í Sønderborg. Tað er fyrstu ferð, at renningin byrjar í Sønderborg, og tað verður gjørt í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið fyri sameingingini av Suðurjyllandi.'
##med3##
Eftir fyrstu renningina í Sønderborg fer krúnprinsurin til Aalborg, áðrenn hann heldur fram til Odense.
Á Bornholm fer renningin – eins og í fjør – at vera uttan prinsin.
Eins og áður endar renningin við tíggjukilometrarenningini hjá prinsinum í Keypmannahavn og á Frederiksberg.
##med4##
Krúnprinsurin fekk hugskotið til Royal Run fyri tveimum árum síðani, tá hann fylti 50 ár. Fyrsta árið vóru 70.000 luttakarar, og í fjør vóru 82.000 fólk meldað til Royal Run í Keypmannahavn, Aarhus, Aalborg og á Bornholm.
Luttøtkan hjá prinsinum í fjør var tarnað av, at hann hevði ein diskusprolaps.
Hann gekk við á stutta teininum upp á 1,6 kilometrar í Aarhus, meðan Mary Krúnprinsessa rann fimm kilometrar í Aarhus.
##med5##
Royal Run verður fyriskipað í samstarvið við Danmarks Itrætsforbund, DGI og Dansk Atletik Forbund.
Í fjør var ein triðingur av luttakarunum fólk sum ikki fyrr hava runnið.
– Vit síggja, at 28 prosent av luttakarunum eru við í eini rørslurenning fyri fyrstu ferð. Tað eru vit ógvuliga væl nøgd við, segði Søren Brixen frá DGI tá við Ritzau.
##med6##
##med7##
/ritzau/
















