Krúnprinsaparið og teirra fýra børn koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum næsta summar.
Tað boðar Løgmansskrivstovan frá beint nú.
Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26 august 2018. Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini.
Seinni fæst nærri at vita, hvussu skráin fyri vitjanina verður. Seinastu ferð krúnprinsaparið var á almennari vitjan í Føroyum var í 2005.