Krúndiamantbrúdleyp og 90 ára føðingardagur

6. juli vóru tað 65 ár síðani, at Edith og Jógvan Johannesen í Lamba góvu hvør øðrum sítt ja, og sunnudagin 5. august verða tað 90 ár liðin, síðani Jógvan sá dagsins ljós í Lamba, har hann hevur búð alla sína tíð.

Edith fødd Weihe er ættað av Skála. Hon er fødd 26. november í 1918. Foreldur hennara vóru Høgnina fødd Poulsen og ættað úr Sjóvartúni á Skála og Sámal Weihe, sum eisini var av Skála. Hann var av sýslumansslagnum í Søldarfirði. Tey fingu átta børn: Katrin (1907-1930) var niðri, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir, tá ið hon gjørdist sjúk og doyði bara 23 ára gomul. Kristian ella Giss (1909-1980), Betta Johannesen (1911-2001), Hans (1913-1987), Adolf ella Ada (1915-1991), Edith (1918), Lina Joensen (1920) og Jóhanna Kalsoy (1923).

Merkisvert var tað, at tann einasta, sum búsettist aðra staðni enn í heimbygdini, var Edith. Hon tænti í Lamba, Saksun, á Selatrað og hjá Vilhelmi Magnussen, tuberklalækna í Hoydølum.

Foreldrini hjá Jógvani vóru Joen Jacob Johannesen á Fløtunum í Lamba, og Elisabeth fødd Olsen og ættað úr Norðdepli. Elisabeth og Joen Jacob fingu átta børn: Elsebeth Justinussen (1900-1987) í Leirvík, Margretha ella Greta Davidsen (1902-1986) í Æðuvík, Jacobina ella Bina Skorastein (1904-1967) í Leirvík, Olga Weihe (1906-1997) í Lamba, Jóannes (1908-1991) í Lamba, Andreas (1910-1991) í Søldarfirði, Tummas (1913-1991) í Lamba og Jógvan (1917), sum bygdi á Heygum í Lamba.

Jógvan hjálpti sum blaðungur nógv til hjá Nielsi Weihe, bónda, sum var giftur við Olgu, systur Jógvan, og sat við festinum á Bønhúsmørk.

Í mong ár var Jógvan skipsmaður. Tíðliga í tíðini var hann við sluppum eitt nú Lítlu Emmu og Bjørgvin. Jógvan sigldi undir krígnum við trolarunum Tór I og Tór II, sum Tórfelagið í Havn átti, og við Tim hvalabátinum, sum undir krígnum varð nýttur at flyta fisk millum Ísland og bretska marknaðin. Tórfelagið hevði leigað hann til siglingina.

Talan var um vandasigling, og eitt nú Tór trolararnir fórust báðir av krígsávum. Jógvan kom undan krígnum við lívinum og við góðari heilsu. Eftir kríggið sigldi hann við Tórhalli, sum var trolari, ið Tórfelagið átti. Jógvan átti í Tórfelagnum.

Í fimmti árunum var Jógvan nógv á útlendskum kjøli. Hann var óførur trolmaður, sterkur og raskur og sigldi eitt nú við týskum, eingilskum og íslendskum trolarum.

Tá ið nógvur sildafiskiskapur var síðsti í fimmti árunum og fram í seksti árini, arbeiddi Jógvan sild úti í Heiðum. Hann hevði ábyrgd av at avgreiða fleiri sildaskip. Ábyrgdin var fyri nógvum monnum, sum landaðu, løgdu sildina um, tá ið hon var íligin, vrakaðu og avskipaðu, sum ikki var minsta baksið, tí tunnurnar skuldu rullast av sildaplássinum og til dampararnar.

Nógvu tey seinastu arbeiðsárini var Jógvan á goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar í Heiðum. Hugurin stóð alla tíðina til sjógvin. Jógvan hevur átt bát, og hann hevur inntil fyri stuttum verið á floti út frá Lambavík.

Edith og Jógvan eiga fimm børn: Jóni (1944) í Havn, Hildigarð Eliasen (1947) í Fuglafirði, Eyðbjørg Johannesen (1950) í Sandavági, Sonja Einarson (1953) í Lamba og Jeffri (1961) í Lamba.

Edith var heima hjá børnunum. Tað kom fyri, at hon gekk í fisk á Kópaskeri á Lambareiði, har Andreas Lamhauge hevði fiskaarbeiði. So var tað fenaðurin, sum skuldi ambætast, meðan maðurin var burtur. Jógvan legði inn og breyt trøð burtur úr nýggjum, og har høvdu tey kúgv, epli og høsn, og torvið, sum tey skóru á Glyvradali, skuldi røktast.

Kúgvin varð avtikin fyrst í sjeyti árunum. Síðani hevur Jógvan havt nakrar seyðir, sum honum hevur dámað væl at taka sær av.

Familjan er fjølgað rættuliga nógv. Barnabørnini eru 20, og í næsta ættarliðnum eru 16 komin. Krúndiamantbrúdleypið varð hildið saman við teimum næstu, og soleiðis verður tað eisini við 90 ára føðingardegnum sunnudagin. Tey bæði búgva framvegis einsamøll. Tey klára seg sjálvi, eru áhaldin, positiv og fyrikomandi, og tey ganga høgt uppí at hava børn, barnabørn og øll hini rundanum seg. J