Nógvir føroyingar, sum hava vitjað í Suðurjútlandi um sumrarnar, hava eisini verið sunnan fyri týska markið og keypt.
Í dag skriva donsk bløð, at Hans Frede Fleggaard, sum var hin ókrýndi kongurin hinumegin markið gjøgnum áratíggjur, er deyður.
Tað var í gjár, leygardagin, at hann sovnaði burtur, eftir at hava havt fleiri blóðtøppar í heilanum. Tað upplýsir fyrisitingarstjórin í Fleggaard, Jens Klavsen.
- Tað er við stórari sorg, at eg vegna familjuna Fleggaard kann vátta, at Hans Frede Fleggaard er deyður, 85 ára gamal.
##med2##
Donsk bløð skriva, at Hans Frede Fleggaard gjøgnum ára tíggjur hevur "lokkað" danir suður um markið at keypa, og í nógv ár hevur hann gjørt sær dælt av, at týska meirvirðisgjaldið hevur verið lægri enn tað danska.
- Tá keypisjúkir danir koyra leiðina suður um markið til Týsklands at keypa, hevur tað ofta verið í einum av handlunum hjá Fleggaard, verður lagt aftrat.












