Malan Marnersdóttir
??????????????
Skulu vit taka Várframsýningina sum prógv um, hvussu tað er vorðið við listini her á landi, so er hon rættiliga traditionell samanborið við tað, sum tey gera í stórbýunum á evropeiska meginlandinum. Sjálvandi, kundi verið lagt afturat. Men hon er eisini øðrvísi enn vanligar føroyskar listaframsýniningar. Tað tykist sum at landslagsmyndir, sum lýsa firðir, fjøll og sund, fyribils eru farnar í søguna - tó við onkrum undantaki. Á ársins várframsýning eru málningar, grafiskar myndir, akvarellir, etsingar og fotomyndir umframt standmyndir. Framsýningin er eftir mínum tykki miðal til góðsku, verkini eru sum heild væl úr hondum greidd.
Tað besta er eftir mínum tykki, at hon er merkt av skemti og spei. Tað hava Sigrun Gunnarsdóttir, Edvard Fuglø, Bárður Oskarsson og Randi Martin sæð til.
Debutantar
Tað er at undrast á, at Edvard Fuglø ikki langt síðani hevur verið á Várframsýningini. So mikið meira er tað at fegnast um, at hann hevur tvær myndir við í ár. Surrealistiskt-skemtiligir og speisamir málningar, sum í myndaheitinum sipa til vanlig orðafelli og eru spískar politiskar ella kanska listapolitiskar við-merkingar. Edward Fuglø heldur seg langt burtur frá landslagnum, í staðin speirekur og lítur hann at fólki - eina mest monnum - og undranarverdu gerðum teirra. Á framsýningini er hetta til skjals í myndini "Krákuting" av ernum krákum í jakka og slipsi á pisshúsi. Hin myndin er "Alting" við eini røð av svanahøvdum um eitt samráðingarborð og øll venda hábærsligla sama veg. Hesar báðar myndirnar kennast sum dagførdar útgávur av myndum hjá Williami Heinesen, eitt nú av "P/F Trøllakambur." Frálíkt!
Tvey afturat sýna fram á Várframsýningini á fyrsta sinni. Annar er Eirikur Poulsen, sum hevur gjørt eina áhugaverda standmyndin "Grønar aldur", ein hálvavegna gjøgnumskygd og bylgjuskapt glassúla omaná einum grótpetti. Hegnislig samanseting.
Ingun Hansen er tann av debutantunum, sum minnir mest um traditionella føroyska lands-lagsmálningin. Tó so, landslagið hjá Ingun Hansen hómast valla í litkompositiónini samansett av grønum, bláum og reyðum flatum í fleiri løgum.
Hetta eru debutantar, sum vísa ymsar vegir, og sum tað verður áhugavert at fylgja á menningarleiðini.
Mannalikamið
Bárður Oskarsson arbeiðir við meira og minni vanskeplaðum menniskjum. Í grundini eru myndir hansara beiskari enn tær hjá Edvard Fuglø. Ein av teimum ímyndar ein "Kropp við smølum ørmum," sum geva honum ein óhugnaligan dám. Afturfyri eru eyguni og hárið so yndislig, at barnið verður vakurt. Hesar myndirnar minna á tað, sum verður sagt um nútímans børn og ung: Tey eru lin í kongunum av at sita still framman fyri sjónvarpi og teldu; høvdið mennist og hugurin veksur, men likamið stendur í stað.
"Kvinna í plastikk og tyll" hjá Annu Kathrinu Højgaard er harafturímóti sera væl skapt, men eisini rættiliga vanabundnar, næstan pornografiskar myndir. Tá eru myndirnar hjá Ole Wich av staranum ein størri avbjóðing fyri eygað.
Frískligir vatnlitir
Tað er ein fragd at síggja Ingálv av Reyni, sum í ár hevur málað eina røða av akvarellum. Tað er ein málingarháttur, sum Bárður Jákupsson hevur sagt er tann torførasti, tí tað ber ikki til at fara afturumaftur. Serliga frískliga haldi eg myndina "Feðgar" vera, hon hevur nakað av tí sama spontanitetinum sum myndin av Liffu.
Somuleiðis Marita Nattestad, sum hevur oljumáliningar á framsýningini, hevur eina frískliga palett í ár, breið og stór strok mynda rundleitt skap, sum fyrst tykjast tilvildarlig og ørkymlandi, men sum vinna sær fastari snið tess oftari tú hyggur at teimum.
Standmyndir
Framsýningin er góð at fáa yvirlit yvir. Har eru eingir uppsettir eykaveggir, gamla listaskálarúmið stendur sum tað er við myndum á veggunum og standmyndum hjá Gurðið Poulsen á gólvinum. Hon er farin frá sjóplantunum og -verunum, til smá, fýrakantað torn og eina sera áhugaverda "Skroypuliga konstruktión," sum eksperimenterar við tí sum standmyndir eru, bygnaðir í rúminum.
Serstøk upphanging
Fram móti norðurvegginum í gamla listaskálanum er eitt serligt rúm skapað við verkum hjá Jónu Rasmussen og Kára Svensson. Á báðum veggunum upp til endaveggin hanga myndirnar hjá Jónu Rasmussen og spenna líkasum ein boga tvørtur um gólvið. Eygnabráið verður sent frá "Víddum," eitt stór svart-hvítt temperaverk í trimum pørtum, sum hevur henda eyðkenda ruddiliga stílin hjá Jónu við væl javnvigaðum linjum, flatum og vondum. Yvir til tey fýra frálík grafisku bløðini sum hanga á hinum vegginum. Inni í hesi stórfingnu rammuni hanga tvær monumentalar, róligar gráar og svartar "Hugbirtingar" hjá Kára Svensson.
Mynd og tekstur
Jóna Rasmussen og Randi Martin seta saman mynd og tekst. Í grafisku myndunum hjá Jónu er teksturin líka nógv mynd sum mál. Myndirnar hjá Randi Martin eru etsingar og hava tekniseriudám, tekstirnir standa á serliga avmarkaðum flata sum í teknisøgum. Myndirnar hjá Randi Martin eru skemtiligar og hava líkasum málningarnir hjá Edvardi Fuglø mentanarkritiskan brodd, t.d. "Min mand har været i Paris" og "Lækkerier skal nydes i biografen".
Vatnrøtt í luftini
Hans Pauli Olsen hevur fingið eina heila "pyramidu", har tað er nakað fult á gólvinum. Stand-myndir hansara hava klassiskan dám, seta likamið og sansingina í miðdepil. Ein konan, sum liggur vatnrøtt í luftini úr frá eini súlu, sum hellir - tað eigur ikki at bera til, men í list ger tað. Stóra modellið "Børn í sjónum", sum skal vera í bronsu og granitt, hevði hóskað væl uttan fyri ein skúla ella barngarð. Og á einum havnalag.
Standmyndirnar hava ikki verið sýndar fram í Føroyum, men í Den Fri í Keypmannahavn á heystið 2004 í sambandi við at Hans Pauli Polsen fekk Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens Legat.
Symbolskur agi
Myndirnar hjá Sigrun G. Niclasen eru av tí symbolska slagnum, sum hon hevur ment seinnu árini. Men nú standa ímyndaðu lutirnir so at siga reinir á myndaflatanum, hava eitt nú fingið frið fyri ovurtýðuligum myndaheitum. Tríggjar myndir eita "Sunnudagsfrakki," hvør teirra av-myndar ein reyðbrúnan frakka á einlittari bakgrund og eina lítla blómu, harumframt antin talvfólk, dunnubøga við ungum ella gekkaskortar. Hetta eru myndir fullar av tolkingarmøguleikum. Sunnudagsfrakkin er ein serligur búni, sum tað galda ymsar reglur fyri sum eitt nú í talvi ella í (lívsins) leiki. Myndirnar fortelja søgur, og tað er upp til áskoðaran at finna tær. Eftir mínum tykki eru Sunnudagsfrakkarnir eitt frálíkt og agafult framhald av tí átrokandi symbolska stílinum, sum Sigrun fór í holt við fyri okkurt um tíggju árum síðani.
Sermerktar landslagsmyndir
Myndirnar hjá Áslu Rannvá Svensson eru eftir myndaheitinum "Innaralandslag" at døma landsløg í fluttari merking. Stranga uppbýtið í vatnrættar og lodrættar flatar hvør við sínum dámi ímyndar kanska samansetta sinnið og henda kompositiónin er beint øvugt av tí, ið Arnold Vegghamar ger.
Vegghamar er ein av sermerktastu málarum okkara í løtuni, og hann hevur skift myndevni. Burtur er tað glógvandi og runda grótið, sum plagdi at liggja og gløða í alskyns litum oman eftir fjallalíðunum. Í ár eru tað hamr-ar, sum eru motiv, settir saman av litstabbum undir tomatreyðum himmali, og bygdaløg, har tær fagurlittu tekjurnar valda. Tó er ein málningur, sum lýsir fjallið, og tað er gult. Tað er ein egin hugtølandi styrki í hesum myndunum, sum ger, at tær festa seg í sinnið.











