Bretska hervalið bygdi SOR-bygningin (Sector Operation Room), tá ið teir gjørdu flogvøllin. Í húsinum eru tvey sokallað plottararúm, har herovastirnir fingu yvirlit yvir krígsstøðuna her um leiðir og so avgjørdu, hvat var til ráða at taka.
Eystan fyri bygningin er gamla flogtornið, sum Krígssavnið yvirtók herfyri. Lions Club Vágar hevur gjørt stórt umvælingararbeiði við tornið.
Í sambandi við at sáttmálin verður undirskrivaður, verður almenn móttøku í SOR-bygninginum fríggjadagin 2. september klokkan 15.
Eftir móttøkuna verður Krígssavnið, Leitisvegur 58 í Miðvági, opið henda dagin til klokkan 18, siga tey frá Krígssavninum.










