Ella tey 50, ið doyðu av bumbuálopum í Basra sama dagin? Ella í heila tikið um tey 253 óseku mannabørnini, ið eru deyð síðani herferðin móti Irak byrjaði?
Einki av hesum fýra størstu mannfallunum er vorðið umtalað. Væl at merkja sluppu tíðindini um tey tvey cruise-missilini, ið lendu á einum basari nú fyrradagin gjøgnum nálareygað. Men hetta var meiri í sorg um tey mislukkaðu amerikonsku hátøknimissilini, ið av óvart raktu skeivt, enn um tey 14 fólkini, ið lótu lív.
Ikki tí at teir 12 amerikanararnir eru óneyðug tíðindi. Als ikki. Men góðu tíðindafólk: Føroyar eru í ikki í kríggi. Vit hava ikki tørv á at fjala sannleikan um krígsins ræðuleikar. Vit hava tørv á at skilja hvat sum hendur, tá ið kríggj brestur á. Kríggj er ikki bara spæl, sum amerikanski forsetin tykist halda. Og tað er syrgiligt at hoyra fólk umtala deyðilig vápn, sum vóru tað óskyldig kúlufís á nýggjárinum.
Gloymið aldrig at øll fólk í hesi verð eiga at metast líka høgt. Um tað so eru irakarar ella amerikanarar, ísraelittar ella palestinensarar, føroyingar ella afrikanarar, menn ella kvinnur. Tað er ikki í lagi at uppfata menniskjur sum ein gráan, ókendan hóp, ið hvørki hevur samleika, andlit ella rætt til at gera vart við seg!
Annars vil eg her gera vart við frálíku heimasíðuna:
www.iraqbodycount.net