Krígseingilin San Miguel og tey hugnaligu jólini

- Eg ógvaðist við, tá ið eg sá múraða mynd av San Miguel einglinum við svørði í hond, traðkandi á tann leinkjaða djevilin, sum er ímyndaður sum ein svartur maður úr Afrika. Tað hugnaliga og jólaliga lið um lið við tí óhugnaliga, makabra og djúpt rasistiska - og alt í átrúnaðarsins heilagu ørindum, hugleiðir Durita Holm úr Spania

Tá eg haldi jól langt heimanífrá, ger frástøðan, at øðrvísi tankar um høgtíðina og tað sum liggur aftanfyri hana, stinga seg upp. Slík sundurgreining er ikki serliga jólalig, og tí dámar mær best at halda jól heima í Føroyum, har tað vælkenda heldur tankarnar burtur og eg bara njóti hugnan.
Jólini eru sjálvt høvuðssúmbolið uppá kristindómin. Sjálvt tey, sum vanliga ikki hava trúnna í huganum, fara ta einu ferðina um árið í kirkju at hoyra Guds orð.
Tað átrúnaðarliga er tó bara ein partur av jólunum, minst líka stórur partur er tað týdningarmikla mentunarliga ritualið. Øll hava eina hugmynd av, hvussu jólini eiga at vera, stemningurin, hvat man eigur at eta og hvussu man eigur at vera ílatin.
Eg havi hildið jól í ymiskum londum, og mær dámar tað einki serligt, tí súmbolikkurin í jólunum er so sterkur, at eg ikki megni at skúgva hugmyndina av føroyskum jólum frá mær, hvussu jólini eiga at vera. Frástøðan ger tó eisini, at hvørji jól í útlegd koma tankar og myndir um egna mentan og um, hvat jólini í grundini eru fyri nakað.
Nú er aftur desember og hesaferð eri eg í Spania. Her halda tey eisini jól, men tað eru katólsk jól. Her eru ikki so nógvir jólamenn, men nógvir vísmenn, esil, Jesusbørn og ymisk halgimenni. Tann spanska trúgvin er nógv meira ítøkilig enn protestantisman longur norðuri. Her eru halgimenni á hvørjum horni og í hvørjum húsi, sjálvt í barnaskúlanum hongur ein stórur særdur og blóðugur Jesus á krossinum. Tú verður alla tíðina mintur á trúnna, ikki bara um jóltíðir.
Tá eg herfyri sá myndina av San Miguel múraða á uttaraveggin á einum húsum her, samstundis sum fleiri og fleiri hugnalig fjós við krubbum og hoyggi spíraðu upp allastaðni, kundi eg ikki lata vera við at vamlast eitt sindur. Flísarnir á húsinum ímynda San Miguel eingilin við svørði í hond, traðkandi á tann leinkjaða djevilin, sum er ímyndaður sum ein svartur maður úr Afrika. Tað hugnaliga jólaliga lið um lið við tí óhugnaliga, makabra og djúpt rasistiska - og alt í átrúnaðarsins heilagu ørindum.
Mær kom í hug jólini í Karibia. Tey vóru kristin har, men tey vóru eisini øll somul svørt fólk sum einaferð komu úr Afrika, og sum við ráðari megi vóru tvingað inn í ta sælu kristnu trúnna, somu trúgv sum tann dag í dag myndar sjálvan Fanan í teirra ímynd. Fanin er enntá í leinkjum og júst soleiðis sungu teir karibisku afrikanararnir í fleiri hundrað ár síni desperatu halleluja.
Jólini heima bera boð um næstrakærleika, tolsemi og humanismu, men hvørja ferð, eg havi hildið jól í útlondum, er mær komið í hug júst tað mótsatta. Í Ný Sælandi búði fyri bara 200 árum síðani eitt mentunarliga stórfingið fólk. So komu tey kristnu við gleðiboðskapinum um Jesusbarnið, men tað tykist mær sum at tey gloymdu boðskapin um næstra-kærleika, tolsemi og humanismu. Jólini í Ný Sælandi vístu eitt framkomið land, men bara fyri eftirkomararnar hjá fólkunum, sum komu við gleðiboðskapinum. Maoriarnir, sum búðu har frammanundan, máttu taka við boðskapinum, men tað sá út til at vera verri statt við gleðini. Tað er helst einki stuttligt at verða roknaður sum annaðfloks borgari, heldur ikki á jólum.
Eisini jólini í Thailandi bóru boð um okkara ófatuligu arrogansu og mangul uppá mentunarligt sjálvsinnlit. Thailand er eitt buddhistiskt land, men har er sum kunnugt eisini ein sonn innrás av ferðafólki úr tí kristna vesturheiminum. Á jólum í ferðafólkaøkjunum í Thailandi verður sostatt prýtt við einglum og Jesusbørnum og hoteleigarar úr vesturheiminum skipa fyri stórum almennum jólatiltøkum.
Tað, sum rann mær í hug, tá eg sá allar hesar láturligu jólamenninar undur tí steikjandi ekvatorsólini, var, hvussu millum annað danir og norðmenn bera seg at, tá teir nógvu muslimarnir sum í grundini búgva í Danmark og Noregi og tí, sum nátúrligt er, hava hug at hava sínar moskéir og minarettir. Tá er ikki lukkuligt. Muslimarnir sleppa at dyrka sína trúgv í okkara londum, men bara so leingi hon ikki er sjónlig í tí almenna. Vit kristnu harafturímóti ikki so mikið sum ivast í, at vit hvar sum helst, uttan mun til land og mentan, hava allan rætt til alment at vifta við okkara jólaeinglum og Jesusbørnum.
Jólini skulu vera ein so hugnalig og harmonisk tíð, og tað tykist kanska løgið at taka fram slík minni prýðilig viðurskifti í kristindóminum júst nú, men tað er ofta so, at júst tá hamurin skal vera serliga einlittur og fríðkandi, er lættast at bera eyga við tær ljótu rivurnar. Ikki minst, tá man er staddur aðrastaðni og ikki av sær sjálvum verður lullaður inn í glansimyndina.
Tað tykist kanska sum at mær ikki dámar jólini. So er ikki, men jólini eru best heima í Føroyum, tá tað er myrkt og kalt úti og man kennist við øll ritualini. Tey tingini man kennist væl við hugsar man ikki so gjølla um. Um man fer at greina eina høgtíð ov nógv, og byrjar at lýsa hana við orðum sum sosial konstruksjón og tí sum verri er, missir hon alt tað hugtakandi og tað er ikki meiningin, men tí slepst illa undan, tá man ikki er heima.
Í ár haldi eg jól í tí brøttu San Miguel gøtuni, men eg fari at gera mítt besta fyri ikki at hugsa um hendan hættisliga San Miguel, krígseingilin, og tó at eg ivist, so velji eg eisini at halda, at tað er okkara tulking av kristindóminum, sum ger hann so blóðugan.