Meðan norðmenn vænta eina sanna innrás av morsniglum í vetur, verður heitt á føroyingar um at fara í hernað ímóti hesum óbodna gesti, soleiðis at vit ikki skulu uppliva tað sama.
Í Noregi verður nú av álvara farið til verka ímóti morsniglinum, sum væntandi fer at gera um seg, ikki minst tí at veturin í Noregi hevur verið so mildur.
Longu nú boða fólk í Noregi frá, at snigilin hevur sæð ljósið. Tí er ikki óhugsandi, at norðmenn koma at uppliva eitt satt snigla-summar í ár.
Umhvørvisstovan heitir tí á føroyingar um at gera sítt til at forða hesi innrásini. Umráðandi er hjá fólki at seta fellur upp, ella gera annað, so skjótt sum teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram.
Sagt verður, at verða sniglarnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali sum summarið líður. Skal fyribyrgingin muna, er neyðugt at heilt grannaløg taka seg saman.
Um einki verður gjørt kann snigilin gera stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt sum fyri er.