At hesin trupuleikin nú far lokalu myndugleikarnar, sambart Dimmalætting, at handlað í panikið er sera óheppið.
Borgarstjórin sigur sambart høvuðsstaðarblaðnum, at um ikki leigarar verða funnin beinanvegin, so verða íbúðirnar bodnar yngri leigarum, longu í komandi viku.
Tað skal sjálvandi valdast, hvat borgarstjórin meinar við, tá hann sigur "yngri fólkum", men tað eigur undir ongum umstøðum at verða vikið frá uppruna ætlanini við íbúðunum, tí hetta kann seta alt projektið í vanda.
Landsmyndugleikarnir hava longu megnað at broyta Sambýlið á Heygnum til eitt "diskount"- røktarheim, og um lokalu myndugleikarnir ikki ansað sær er vandi fyri at øll Kráarbrekku-ætlanin kemur í vanda.
At prísirnir fyri leigu av íbúðunum er so høgur at meginparturin av teimum, sum skrivaðu seg upp til íbúðirnar, hava valt at melda frá, er ein trupuleiki, sum eigur at vera loystur á rættan hátt. Her eru nógvir møguleikar, sum lokalu myndugleikarnir hava møguleika fyri at troyta.
Eitt av høvðusendamálunum var jú at geva eldri borgarum ein møguleika at finna hóskandi umstøður at liva í, og hetta endamál kann ein kommuna ikki sleppa bert fyri at sleppa undan einum sjálvgjørdum trupulleika.










