Serliga í Havn og á Tvøroyri hevur politiið havt nógv at gjørt av fullum fólki. Nøkur eru dottin og farin á skaðastovuna, onnur hava verið ill í sær.
Tíðliga í morgun royndi ein ungur fullur maður á alfara vegi at skræða klæðini av unnustu síni.
Men so kom politiið og tók mannin. Hann varð settur í brummuna og verður avhoyrdur, tá ið hann er so frægur.
Í nátt hevur onkur verið inni í einum bilhúsi Úti á Bø í Sandavági og stolið ein koyristól hjá einum brekaðum fólki. Politiið vil fegið vita, hvar koyristólurin er endaður, og hvør er farin við honum.