Koyrir uttan at ljóð hoyrist

Toyota Prius II er heimsins mest framkomni og umhvørvisvinarligi familjubilur í miðalklassanum. Bilurin, sum verður drivin av bæði bensin og el, hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim

Í Gyldendals leksikon stendur, at orðið "hybrid" er av grekskum uppruna og merkir "krydsning mellem to nærtstående arter eller racer".

Tað er ein løgin kensla at koyra ein royndartúr við hybridbilinum Toyota Prius II í ferðsluni. Man setur seg við rattið við billyklinum í lummanum, heldur fótin á bremsupedalini, trýstur á startknøttin og setur lítlu girstongina, sum minnir um eitt joystick, í D (drive). Síðan fara motorarnir og battaríini til arbeiðis.

Vit koyrdu fullkomiliga ljóðleyst gjøgnum miðbýin í Havn, og á skígganum í instrumentborðinum stóð, at bensinnýtslan í løtuni var 0.0 km/l. Á skígganum kann man fylgja við, hvar bilurin fær orkuna frá, meðan hann koyrir, um tað er frá bensin ella el-motorinum ella frá battaríunum. Eisini hvat aktuella bensinnýtslan er.

Prius er ein bilur við tveimum samanbygdum motorum, einum 4 syl. bensinmotori við 78 hk, og einum el-motori við 68 hk.

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Upp til umleið 50 km/t koyrir bilurin bert við el-motorinum.

Battaríini, sum liggja í dúrkinum, geva streym til el-motorin og verða lødd upp av bensinmotorinum.

Prius hevur elektroniskt "start & stop", t.v.s. at tá bilurin stendur stillur, steðga motorarnir og starta aftur, tá bilførarin traðkar á spitaran. Í býkoyring kann hetta ganga fullkomiliga ljóðleyst fyri seg, og dálkingin er eingin, tá bilurin bert koyrir við el-motorinum.
Toyota eru av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.

Prius hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim, og bilurin fær eisini loyvi at koyra inni í miðbýnum í fleiri av heimsins stórbýum, har bilferðsla annars er bannað vegna dálking.


Toyota Prius II Hybrid

Motorur I1,5 litur 4 syl bensin 78 hk

Motorur IIEl-motorur við 68 hk

0-100 km/t10,9 sek

Bensinnýtsla23,3 km/l (blandað koyring)

Stødd og vekt
Longd445,0 cm
Breidd173,0 cm
Hædd149,0 cm
Eginvekt1300 kg

Prísur328.600,-

Søluumboð Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www. reyniservice.fo