Strandferðslan bjóðar alla koyringina hjá Bygdaleiðum út Nú verður øll koyring hjá Bygdaleiðum boðin út. Busskoyringin hjá Bygdaleiðum varð fyrru ferð boðin út í 2001, og síðani hava privatir arbeiðstakarar røkt koyringina, meðan Strandferðslan hava havt eftirlit við koyringini.
Verandi sáttmálar við privatu arbeiðstakararnar ganga út 1. mai, og nú verður øll koyringin boðin út.
Útbjóðingartilfarið verður tøkt á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins. Stovnurin lýsir eisini í bløðunum, og tey sum ætla at bjóða, hava umleið ein mánað at fyrireika síni tilboð, sigur Strandferðslan.