Tað er kalt í veðrinum í morgun, og ikki óvæntað, so ávirkar tað ferðsluna kring landið. Landsverk ávarar nevniliga í morgun um, at tað er hált um alt landið, og heita á bilførarar um at koyra varliga.
Serliga verður tó ávarað um hálku á Dalavegnum til Viðareiðis, á Gjáarskarði, á Kambsdali, á Oyndarfjarðarvegnum, í Runavík, í Streymnesi, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, við Velbastaðháls, á Brekkuni Stóru í Sandoy og í Hvalba.









