Sambært galdandi reglum skulu fólk til læknan, um tey ætla sær at varðveita koyrikortið. Men kanska er ein broyting á veg.
Hendan reglan er eisini galdandi í Danmark, men nú ætla teir donsku politikararnir at broyta reglurnar, so fólk kunnu varðveita koyrikortið, til tey fylla 75.
Trine Bramsen, sum er framsøgukvinna hjá Sosialdemokratunum í rættarmálum, sigur við danska kringvarpið, at fólk liva longri og hava betri heilsu nú enn fyrr, og at tað er neyðugt, at reglurnar um at endurnýggja koyrikortið eru í samsvari við hesi viðurskifti.
Løgmálaráðið hevur biðið heilsustýrið koma við einari viðmerking til ætlanina hjá stjórnini at flyta markið upp á 75 ár, og viðmælir stýrið ætlanini, verður hon framd í verki.
Helst ynski í Føroyum
Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, sigur, at verður aldursmarkið í Danmark broytt til 75 ár, kann roknast við, at eitt ynski fer at koma um tað sama í Føroyum.
Tað verður so landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum skal taka støðu til, um eitt uppskot um broyting skal leggjast fyri Løgtingið.