Koyrikortið hongur í klønum tráði

Ein bilførari var tikin við ríkiligari ferð í Kollafirði í leygardagin og ein helt ikki treytaleysa víkiskyldu

Tað hendir seg meiri enn so, at bilførarar sleppa væl frá at koyra skjótari enn loyvt er. Men tað hendir seg sanniliga eisini meiri enn so, at teir ikki sleppa væl frá tí.
Og kann tað koma at hanga sum eitt svørð yvir teirra høvdi í fleiri ár
Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar í Kollafirði og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra alt ov skjótt.
Hann koyrdi 117 kilometrar um tíman á einum strekki, har tað einans er loyvt at koyra 80.
Tað merkir at hann fær bót. Men harafturat missur hann koyrikortið treytað í trý ár.
Sostatt hevur hann fingið gult kort Men tað merkir so eisini, at fremur hann líknandi brot á ferðslulógina einaferð afurat tey næstu trý árini er ongin vegur uttanum: So verður kortið tikið.
Tað merkir, at verður hann eina ferð afturat tey næstu trý árini tikin fyri at koyra meiri enn 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 missur hann koyrikortið. Sama sama ger seg galdandi, verður hann aftur tikin fyri at koyra meiri enn 80, har tað er loyvt at koyra 50, ella vissi hann koyrir ávirkaður, ikki heldur treytaleysa víkiskyldu.
Men eisini onnur brot á ferðslulógina hava somu avleiðingar við sær.
 
Helt ikki víkiskyldu
Ein annar maður skal eisini ansa sær serliga væl í ferðsluni tey næstu árini. Í gjákrvøldið helt hann ikki treytaleysa víkiskyldu í einum krossvegi í Havn og tað førdi til, at hann rendi á ein annan vil.
Skaðin var ikki stórur, men av tí at hann ikki helt treytaleysa víkiskyldu, eru eisini útlit fyri, at hann missur koyrikortið treytað í trý ár.
 
Friðarligasta vikuskifti í langa tíð
Hetta hevur verið annars eitt tað friðarligasta vikuskifti í langa tíð.
Tað staðfestir løgreglan í  morgun.
Ein er tikin fyri at koyra við kenning í morgun, men tað hendi onki. Ein annar maður er tikin fyri at koyra prutl við kenning, men hann sleppur við eini bót.
Tað er at kalla tað einasta, sum hevur órógvað løgregluna alt vikuskiftið.
Annars sigur løgreglan, at tað er mangan friðarligari síðst í mánaðin, enn tað plagdi vera, tí lønirnar eru ikki komnar og ráðini til at fara í býin eru ikki tey somu.
Samstundis hevur veðrið ikki verið tað besta og tað fær eisini fólk at leita undir tak, heldur enn at ganga úti á gøtuni