Koyrikort til alt frá »Førarasetrinum«

Á koyriskúlanum »Førarasetrinum«, sum heldur til í Jekaragøtu í Havn, ber til at taka koyrikort til alt. Stutt og greitt. Alt frá motorsúkklu til trailara

? Størsta tilgongdin er til persónbilar og motorsúkklur, siga teir báðir, John Christiansen og Stanley Olsen, koyrilærararnir, sum stovnaðu hendan koyriskúlan í fjør. Stanley hevur verið koyrilærari í 26 ár og John í fýra ár.
Miðalaldurin á teimum, sum taka koyrikort til persónbil er 18-19 ár, meðan tað í nógv størri mun eru meiri tilkomin fólk, ið taka koyrikort til motorsúkklu.
? Tey ungu eru alt ov líkasæl og taka koyriundirvísingina í alt ov lítlan álvara, heldur Stanley Ol-sen.
John Christiansen hevur verið koyrilærari í Keypmannahavn í nøkur ár, og har var miðalaldurin 26 ár ? tað var øðrvísi at koyra við teimum, sigur John Christiansen.
Í løtuni eru yvir 100 næmingar á koyriskúlanum á ymsu skeiðunum. Serliga nógv taka motorsúkklukoyrikort nú, og halda teir hetta eisini standast av, at ein nýggj koyrikortkunngerð er á veg, sum fer at gera tað dýrari at taka koyrikort.