Havnarborgarar hava ivaleyst lagt merki til nógva vegarbeiði hjá Tórshavnar kommunu seinastu árini. Fleiri staðni í býnum eru koyribreytirnar vorðnar smalri, meðan gongubreytirnar eru vorðnir breiddi. Nevnast kann millum annað á Frælsinum og Heygsvegur, meðan tað í løtuni verður arbeitt í Bøkjarabrekku.
Tað er alt partur í eini størri ætlan hjá Tórshavnar kommunu at bøta um ferðslutrygdina og gera betri pláss til onnur enn bilar í ferðsluni, upplýsir Hans Nielsen, verkfrøðingur hjá Tórshavnar kommuna.
Viðvíkjandi arbeiðinum í Bøkjarabrekku verður upplýst, at endamálið við at smalka koyribreytina er at geva bilførarum, ið koma frá Tinghúsvegnum, betri útsýni, tá tey skulu út á Bøkjarabrekku.
- Áður hava bilførarar ikki reiðiliga sæð út á vegin, tí húsið hjá Arbeiðsmannafelagnum hevur avmarkað sýnið, so kommunan avgjørdi at smalka koyribreytina, so at bilførarar á Tinghúsvegnum sleppa longri út og fáa betri sýni. Nú er hon 6,5 metrar breið, ið er tann vanliga kravið fyri slíkar vegir.
Harumframt hevur kommunan gjørt broytingar aðrastaðni í býnum, ið skulu gera umstøðurnar betri fyri gongufólk.
- Á Skálatrøð plagdi bilar at koyra sum teir vóru á einum rasarabana. Men talan er um eitt øki, har nógv fólk eru til gongu, so fyri at gera tað betri fyri tey, so varð ein gongubreyt gjørd og vegurin smalkaður, so at hann hevur eina breidd á 5,5 metrar. Tað hevur hjálpt, tí nú vísa bilførarar meira ans og seta ferðina niður, greiðir Hans Nielsen frá.
Harumframt hevur kommunan tikið avgerð at gera eina súkklu- og gongubreyt á Frælsinum og á Heygsvegnum. Tað arbeiðið er tó ikki heilt liðugt, tí kommunan bíðar eftir eini broyttari kunngerð.
- Nú er vegurin 6,5 metrar breiður, og umstøðurnar eru vorðnar betri til tey, ið ganga. Sum nú er, so er talan um eina breiða gongubreyt, men ætlanin er, at tað skal vera ein gongu- og súkklubreyt, har báðir partar fáa 1,5 hvør. Trupulleikin er bara, at ferðslulógin loyvir ikki, at man strikar eina breyt soleiðis, at hon verður býtt upp í tvey. So í løtuni verður bíða eftir eini kunngerð, ið heimildar tí, sigur Hans Nielsen.