<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hjálmur er kravd útgerð, men ryggverja er av eins stórum týdningi, hóast hon ikki er kravd við lóg. Innbygt í motorsúkkluklæðini er vanliga verja av akslum, knøum og albogum, men ryggverja er lítil og eingin, tí má hon keypast eyka.
Hevur tú ikki hjálm og kemur út fyri at verða slongdur av eini motorsúkklu við nógvari ferð, so skalt tú rokna við at doyggja og hevur tú ikki ryggverju, skalt tú vera ógvuliga heppin, um tú sleppur undan avlamni.
Í sambandi við óhapp eru hendurnar serliga útsettar, tí er tað skilagott at keypa handskar, ið eru serliga styrktir á knúgvum og á handabakinum.
Samanumtikið kann sigast, at bæði viðvíkjandi trygd og hentleika er best at keypa útbúnað av tí dýrara slagnum til motorsúkklukoyring.
Les meira á: www.akstovan.fo