Tíðliga í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at melda, at bilur var stolin uttan fyri eitt arbeiðspláss. Tá ið ein maður, sum hevði verið á náttarvakt, skuldi til hús, var bilurin horvin.
Løgreglan sigur, at bilurin er komin aftur í aftur, og at hann ikki hevur fingið skaða. Bilurin varð settur aftur á at kalla sama staði, haðani hann varð tikin. Tað vísir seg, at tað er onkur, sum hevur koyrt runt í honum í nakrar tímar og so hava tey sett hann aftur, sigur løgreglan.
Tey siga, at tey hava illgruna um, hvør tað er, sum hevur stolið bilin og nú verður málið kannað. Í hesum sambandi verður eisini kannað, hvussu tjóvarnir fingu fatur á lyklunum.
Vísir tað seg, at lyklarnir hava ligið í bilinum, fær eigarin bót fyri tað, tí eigarin hevur skyldu at tryggja sær, so væl, sum tilber, at bilurin ikki verður stolin og ein partur av tí. er, at lyklarnir skulu ikki liggja í bilinum, tá eigarin fer út honum.











