?Race for Riget? var eitt av tiltøkunum í Copenhagen Historic Grand Prix um vikuskiftið, har peningurin fer óskerdur til krabbameinssjúk børn og ung á Ríkissjúkrahúsinum. Eitt av tiltøkunum í Copenhagen Historic Grand Prix í Fælledparken var ?Race for Riget?, har tey vitjandi móti gjaldi høvdu møguleika fyri at sita í einum av kappkoyringarbilunum við einum kendum rasarakoyrara við rattið, meðan koyrt varð á kappkoyrarbreytini.
Peningurin, sum kom inn, fór óskerdur til deildina fyri krabbameinssjúk børn og ung á Ríkissjúkrahúsinum, sum er nærmasti granni hjá Fælledparken.
Ein av hesum rasarakoyrarum var Jason Watt, sum sjálvur kom álvarsliga til skaða á motorsúkklu í 1999 og gjørdist avlamin. Á Ríksssjúkrahúsinum fekk hann alla ta hjálp hann hevði brúk fyri, og er hann í dag ein av kendastu donsku rasarakoyrarunum. Tey á Ríkissjúkrahúsinum bjargaðu mær lívinum, tí er tað ein nakað heilt serligt fyri meg at sleppa at geva nakað aftur av tí eg havi fingið har, sigur Jason Watt, sum koyrdi stuðulskoyringa við sínum reyða Ford GT við 5,4 litra V8 motori við 550 hestakreftum.
Deildin fyri krabbameinssjúk børn og ung á Ríkissjúkrahúsinum fekk næstan 100.000 krónur.