Ein bilur koyrdi í morgun nakað av vegnum ovast upp i í Hoyvík.
Hóast eingin skaði stóðst av hendingini var tó kortini nógv hjá løgregluni at heinta, tá ið hesi komu á staðið.
Tí tað vísti seg, at báðir menninir vóru dýrandi fullir - eisini tann handan róðri.
Løgreglan tók blóðroynd av monnunum og nú er hendan send til Danmarkar til kanningar. Ivaleyst fer maðurin handan róðri at missa koyrikortið, tá ið úrslitið av blóðroyndini kemur, sigur løgreglan.
Umframt hesa hending í morgun upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn eisini, at eldur á middegi í dag kyknaði í fjósi á Nesi. Tað kanst tú lesa um her: Eldur í fjós









