Koyrdu alt ov skjótt

Um vikuskiftið var løgreglan úti um seg við ferðmátaranum í Kollafirði og har tað kom tveimum bilførarum serliga illa við.

Ein bilførari varð tikin við eini ferð upp á 123 kilometrum um tíman og hann skal upp til nýggja koyriroynd. Uppaftur verri var hjá einum øðrum, tí hann koyrdi 131 kilometrar um tíman og hann missti koyrikortið á staðnum.