Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Eysturoy. Har hevði ein bilur rent á ein annan bil, sum stóð parkeraður. Tað var eingin fólkaskaði, men bilarnir fingu skaða.
Løgreglan sigur, at tá ið tey kannaðu málið, fingu tey illgruna um, at bilførarin, sum rendi á, ikki var edrúur. Tískil skuldi hann blása í alkometrið og tá ið tað gav útslag, varð blóðroynd tikin av bilføraranum. Sostatt er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan sigur, at higartil í ár hava tey tikið 15 bilførarar fyri at koyra við kenning. Í tveimum førum eru bilførararnir tiknir í sambandi við ferðsluóhapp og hinir 13 eru tiknir í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni – ella tí at onkur hevur meldað teir.
Í nátt var løgreglan eisini á ferð við lasaranum at kanna, hvusu skjótt bilarnir koyrdu. Tey vóru á einum strekki í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Har varð ein bilførari skrásettur fyri at koyra 72 kilometrar um tíman. Tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2500 krónur.











