Koyrdi við kenning - skyldaði upp á heilivág

Ein bilførari sum varð tikin fyri at koyra við kenning, skyldaði upp á, at heilivágur var orsøkin til, at promillan var ov høg - men tað gekk ikki

 

Tað nyttaði einki hjá einum bilførara, sum er tikin fyri at koyra við kenning, at skylda upp á, at hann hann hevði tikið heilivág, og at tað var tíð at promillan var ov høg. Men Føroya Rættur trúði honum ikki og tí varð hann dømdur eina treytaða fongsulsrevsing, umframt eina stóra bót.

 

Tað var í mars í fjør, at hann varð tikin fyri at koyra við kenning. Blóðroyndin vísti, at promillan var 0,24 og tað er ov nógv, tí markið fyri at koyra við kenning er 0,2.

 

Tá ið málið var fyri í rættinum herfyri, noktaði maðurin seg sekan. Hann segði, at beint áðrenn hann varð tikin, hevði hann tikið eina Voltaren og tvær Ibubrufen fyri pínu, og at hann hevði drukkið ímillum ein fjórðing og eina helvt av eini gulløl afturvið. Hann tók eisini jarntablettur tvær ferðir um dagin.

 

Í hesum sambandi hevur kommunulæknin upplýst, at tað honum kunnugt, var ákærdi ikki í jarntroti, og hann hevði heldur ikki mælt honum til  at taka jarn. Annars vóru tað sjey ár síðani, hann seinast hevði fingið resept upp á ibubrufen og í fjør, tá ið hann varð tikin, hevði hann hvørki fingið ibubrufen, Voltaren ella jarn frá læknanum.

 

Dómarin í Føroya Rætti heldur, at tað er sannlíkt, at onkur hjáárin eru av at taka pínustillandi heilivág, men ongir upplýsingar eru um, at Voltaren og Ibubrufen ávirka promilluna. Tí heldur dómarin ikki, at hann kann frídømast fyri at koyra við kenning fyri tað at hann hevur tikið pínustillandi heilivág.

 

Tískil varð hann dømdur fyri at koyra við kenning. Hetta er aðru ferð at tað hendur og tískil fekk hann harðari revsing enn annars. 

 

Sostatt fekk maðurin eina treytaða fongsulsrevsing upp á 10 dagar. At revsingin er treytað, merkir, at hann skal ikki sita dómin, ger hann einki annað revsivert í eitt ár. Fer promillan upp um 0,5 er fongsulsrevsingin vanliga treytaleys og tað merkir, at bilførari sleppur ikki undan at sita. 

 

Bilførarin skal eisini gera samfelagstænastu í 30 tímar, har, hann skal gera eitthvørt samfelagsgagnligt arbeiði. Harafturat fær hann eina bót upp á 8.500 krónur, umframt at hann missur koyrikortið í trý og eitt hálvt ár. 

 

Fyrru ferð, hann varð tikin fyri at koyra við kenning, varð hann dømdur at missa koyrikortið í eitt hálvt ár, men tann revsingin varð ikki avgreidd. Fyri koyringina aðru ferð, missur hann koyrikortið í trý ár, so tilsamans verður revsingin, at hann missur koyrikortið í trý og eitt hálvt ár.