Koyrdi við kenning í Fuglafirði


 

Leygardagin seint seinnapartin varð ein 21 ára gamal tikin fyri at koyra við kenning. Maðurin var einsamallur í bilinum, sum rendi í bilverjuna framvið vegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Løgreglan fór á staðið, og tá maðurin blásti í ballónina, vísti tað seg, at hann varð ávirkaður meira enn væl er, tá ein skal stýra einum bili.

Blóðroynd varð tikin, og hon fer at vísa, hvussu høg promillan var. Bilurin fekk nakað av skaða, men hann er ikki vrak.