Tað er hent áður, og í gjár hendi tað aftur.
Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna Norðan fyri Fjall, har nýggju tunlarnir verða bygdir, koyrdi ein bilførari um reytt ljós.
Her er ljósskipan, sum koyrast skal eftir, og tað er hent meira enn einaferð, at bilførarar eru tiknir fyri at koyra um reytt ljós.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførarin, sum tók kjansin í gjár, fær bót og klipp í koyrikortið.










